Uppboðssøla

Bjørn á Heygum var tilnevndur uppboðssøluhaldari í Føroyum í 1986 av danska løgmálaráðnum (autorisatón).

Uppboðssøluhaldarin hevur einkarætt til at selja leysafæ - (undantikið skrásett skip og flogfør) - á uppboðssølu í øllum landinum, harundir bæði á tvingsilssølu og sjálvbodnari uppboðssølu. Les meir

Uppboðssølan fer fram á tann hátt, at eftir at úttøka er framd í leysafæ, verður biðið "autorisatión" frá fútarættinum at selja lutin á uppboðssølu.

Eftir at játtan er givin, verður uppboðshaldarin biðin um at lýsa lutin til sølu á næstkomandi uppboðssølu.

Uppboðshaldarin savnar vanliga saman eina hóskandi nøgd av lutum, og lýsir hesar síðan til sølu undir einum á sama uppboði, við i minsta lagi 14 daga varningi, sum lógin ásetur.

Treytirnar á uppboðnum eru, at alt verður selt í tí standi tað er í, og sýnað á staðnum, uttan ábyrgd fyri uppboðshaldaran.

Tá boðið verður á uppboðssøluni er alt íroknað boðnum, so sum mvg. og uppboðssølukostnaður v.m. Uppboðshaldari ger sjálvur av minsta boð og yvirboð. Eftir at síðsta boð er rópt upp tríggjar ferður uttan hægri boð, verður hamarslag givið.

Lutirnir verða bert seldur móti kontantum gjaldi, t.v.s. reiðum peningi, kekki ella gjaldskorti. Undantaksvís verður játtað sølu móti framvísing av játtan úr banka um fígging, tá tað snýr seg um størri lutir.

Alt verður avgreitt á staðnum, og lutirnir skulu avheintast beinanvegin fyri egna rokning. 

  Frágreiðing: Søludagur