Um okkum

Heygum & Petersen advokatar halda til í nýmótans hølum, sum standa høgliga fyri í Bøgøta 16, Tórshavn.

Skrivstovan er opin frá kl. 08.00 til 12.00 og 13.00 til 16.30. Telefon og viðtalutíðin er frá 09.00- 12.00 og 13.30 - 16.00.

5 starvsfólk eru í løtuni á skrivstovuni, 2 advokatar og 3 skrivstovufólk

Framkomin samskiftis- og dataútgerð verður nýtt til at røkja dagligu uppgávurnar.

Uppgávurnar fevna um alt virkisøki hjá einum advokati, so sum incasso, fútarættarmál, forboð og arrest, arva- og skiftissakir, endurgjaldssakir, skattamál, starvsfólkamál, hjúnaskilnað, hjúnabandsskifti, jarðarsakir, fiskivinnumál, revsimál, tvingsilssølur, likvidatiónir, akkord, konkurs, stovnan og avtøku av feløgum, søla og keyp av fastogn, skipum, leysafæ, auktiónir v.m.

Skrivstovan er útgjørd við bestu teldutøkniligu hentleikunum, sum í dag finnast á marknaðinum. Serlig forrit eru innbygd í telduskipanina, sum gera tað møguligt at skráseta, samskipa og neyvt fylgja gongdini í øllum málum líka frá byrjan til enda.

Heimasíðan er vindeyga úteftir og verður í hesum sambandi regluliga dagførd við øllum viðkomandi upplýsingum. Gjøgnum heimasíðuna ber t.d. til at fylgja gongdini í øllum innheintingarmálum.

Skrivstovan verður framhaldandi útbygd og miðjar ímóti at veita støðugt betri tænastur til síni viðskiftafólk við førleikamenning og tøkniligari nýskapan.