Svenska konsulátið

Svenska aðalkonsulátið umboðar áhugamálini hjá svenska statinum í Føroyum. Konsulátið røkir tær uppgávur, sum neyðugar eru til tess at útbyggja og menna samstarvið millum Føroyar og Svøríki.

Svenskir statsborgarar í Føroyum fáa ígjøgnum konsulátið tær sømdir og tænastur, sum tørvur er á, so leingi teir eru búsitandi uttanlands, so sum skráseting í samband við valluttøku, leiðbeining í sambandi við flyting, veitingar frá tí almenna o.a.

Veitt verður útlendingum hjálp í sambandi við innferðar-, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, t.d. útvegan av visa, skráseting í passi o.s.fr.

Konsulátið samskipar somuleiðis sambandið millum stovnar og fyritøkur í Føroyum og Svøríki og útvegar allar neyðturviligar upplýsingar í hesum sambandi.

Aðalkonsul: Bjørn á Heygum