Dømdur fyri at lúgva í Fútarættinum

 Dømdur fyri at lúgva í Fútarættinum

Skal gera ólønta samfelagstænastu í 60 tímar, sum er hálvonnur vanlig arbeiðsvika, Segði seg einki eiga, hóast hann átti grundstykki
Lógin krevur, at Fútarætturin fær rættar upplýsingar frá fólki.
Mynd: Savnsmynd  
 

Tað er revsivert at lúgva í Fútarættinum.

Ein maður hevur í Føroya rætti fingið 40 daga treytaða fongsulsrevsing og 60 tíma, hálva aðru arbeiðsviku, ólønta samfelagstænastu fyri tríggjar ferðir í 2014 og 2015 at siga ósatt í Fútarættinum.

Har segði hann seg einki eiga, sum tey, hann skyldaði pengar, kundu fara eftir, hóast hann átti eitt grundstykki, sum hann keypti á tvingsilsuppboði í 2007. 

Maðurin noktaði seg sekan. 

Men rætturin helt, at hann átti at havt vitað betur um grundstykkið.

Tí varð hann dømdur.